Skal landsstýrismaðurin í kirkjumálum vera limur í fólkakirkjuni?
Tað halda Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen. Og Heidi greiðir á heimasíðu Tjóðveldisins frá, at bæði bispur, dómpróstur, Prestafelag Føroya og Felagið fyri kirkjuráðslimir halda tað sama.
Hon fortelur eisini, at meirilutin í mentanarnevndini (har hon í Tobbi vóru minniluti tá málið varð viðgjørt), helt, at "at løgmaður eigur at taka atlit til hetta, tá landsstýrismaður í kirkjumálum verður tilnevndur, soleiðis at tað kann verða politisk siðvenja, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni".
Tað var altso - og er helst enn - eitt sera stórt og breitt ynski um, at babtistar, ateistar og onnur, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, ikki skulu kunna vera landssýrismenn í kirkjumálum.
Blóðskeivt!
Men tað ger ikki hesa støðu meira rætta. Hon er blóðskeiv!
Tí fólkakirkjan er jú ikki bara ein kirkja - talan er eisini um ein almennan stovn. Tann primera skrásetingin fer jú fram í kirkjuni.
Bæði batistar, pinsar, jehovafólk og ateistar skulu í fólkakirkjuna at skráseta teirra børn. Nógv halda tað vera diskriminerandi at so er, men soleiðis er tað! Og soleiðis vilja myndugleikarnir hava tað at vera!
Harumframt verður kirkjuskatturin kravdur inn av tí almenna. Og mong eru tey, sum ikki hoyra til kirkjuna, men kortini rinda kirkjuskatt.
Kirkjan er eitt gamalt hús. Men er also eisini ein almennur stovnur. Ein stovnur, sum upp á nógvar mátar er flættaður saman við politiska myndugleikan. Og ein stovnur, sum hevur monopol uppá at røkja nakrar uppgávur fyri allar borgarar í samfelagnum - uttan mun til hvørjum teir trúgva, ella um teir trúgva.
Tí ber ikki til at krevja - hvørki sum skrivaða ella óskrivaða reglu! - at einans fólkakirkjufólk skulu kunna vera ovasti myndugleiki fyri hesum almenna stovni.
Berufsverbot
Tann tanki, sum eftir øllum at døma hevur stóra undirtøku í landinum, er also, at nøkur fólk skulu ikki kunna fáa eitt ávíst borgarligt starv, tí tey ikki hoyra til ta røttu kirkjuna!
Og forboðið snýr seg jú ikki bara um kirkjuna. Tí kirkjan er undir mentamálaráðnum. Skal forboðið fylgjast, sleppa t.d. babtistar og ateistar ikki at vera mentamálaráðharrar. Hesi fólk skulu sostatt ikki kunna hava ábyrgd av mentan, fólkaskúla og almennum fjølmiðlum! Henda ábyrgd skal einans kunna røkjast av limum í fólkakirkjuni!
Tað verður also mælt til berufsverbot. Tað verður mælt til, at vit seta religiøsar treytir fyri almennari starvssetan. Tað verður mælt til, at frælsið hins einstaka skal skerjast. Og tað má ikki henda!