Bertie av brúnni

Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, telist millum teirra, sum hava sitið leingi við róðrið, men í dag fer hann frá

Tað kom óvart á tey flestu, tá Bertie Ahern í síðsta mánað boðaði frá, at hann hevði gjørt av at siga forsætisráðharrasessin frá sær. Grundgevingin var, at hann er lagdur undir ymiskt fíggjarligt óreglusemi, og hóast hann sigur seg vera ósekan, ávirkar málið tað politiska arbeiðið meiri, enn gott er, og tí helt hann tað vera best at lata onkran annan taka við.

 

Eftirmaður hjá Bertie Ahern verður Brian Cowen, fíggjarmálaráðharri. Hansara fyrsta uppgáva verður at fáa írar at taka undir við Lissabonsáttmálanum hjá ES, tá fólkaatkvøða verður um spunringin tann 12. juni.

 

Írland er tað einasta av ES-londunum, sum heldur fólkaatkvøðu um tann nýggja sáttmálan.