Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, leggur frá sær í dag
Tað kom óvart á tey flestu, tá Bertie Ahern í síðsta mánað boðaði frá, at hann hevði gjørt av at siga forsætisráðharrasessin frá sær, tí hann er lagdur undir ymiskt fíggjarligt óreglusemi.
Ahern sigur seg vera ósekan, men at málið órógvar hansara politiska arbeiði, og at hann tí heldur tað vera best at leggja frá sær.
Eftirmaður hjá Bertie Ahern verður Brian Cowen, fíggjarmálaráðharri.