Sambært heimasíðuni hjá BBC, hevur skotski landsliðsvenjarin Berti Vogts átalað, at Føroyar og Skotland skulu spæla á Toftum, og ikki á Tórsvølli.
Berti Vogts hevði vónað, at dysturin 7 septembur varð lagdur á Tórsvølli, sum bert liggur 5 minuttir frá hotellinum, har teir skulu gista.
Nú skal skotska ferðalagið í staðin ferðast við skipið, bussi ella svimja til Toftir, sum hann tekur til.
Berti Vogts sigur við BBC at tað er løgið, at FSF kann siga at Tórsvøllur ikki er klárur fyrr enn í apríl 2003, tá Føroyar skulu møta Liechtenstein í næstu viku á netupp Tórsvølli.
Ísak Mikladal hevur svarað, at tá Liechtenstein kemur á vitjan í næstu viku, eru bert okkurt um 800 áskoðarar, og ógvuliga fá pressufólk.
Annars er tað ikki gestirnir sum avgera hvar dystirnir verða spældir, men vit í Føroyum, sigur Ísak Mikladal