Fyri fimm mánaðum síðani fegnaðist hann fyrst saman við HB spælarunum um at hava vunnið FM, og so fegnaðust teir um at hava vunnið steypafinaluna og harvið greipuna.
HB venjarin Jens Berthel Askou fleyg høgt tað árið, hann var í Føroyum, og tað hevði hann alla orsøk til.
Nú hevur Jens Berthel Askou verið venjari í AC Horsens í fýra mánaðir, og í dag var tað greitt, at hann og spælararnir flyta niður og næsta kappingarár fara at spæla í næstbestu deildini.
-Eg eri harmur og tungur í huga. Hóast tað ikki hevur sæð nakað serligt út, so hava vit livað í vónini, og tað kennist sárt, nú tað er greitt, at vit flyta niður, sigur Jens Berthel Askou.
-Vit eiga nógvar ungar og góðar spælarar, sum eru nógv mentir síðstu mánaðirnar, og málið hjá okkum er at flyta upp aftur beinanvegin, sigur Jens Berthel Askou.
Í kvøld verður tað tosað um í donsku miðlunum, hvussu nógvar skiftingar fara at vera í Horsens, nú liðið skal spæla í næstbestu deildini.
-Tað fer ikki at bera til at rinda somu lønirnar, sum vit hava gjørt í superliguni, sigur ítróttarstjórin Niels Erik Søndergaard.
Ein av spælarunum, sum spurnartekin verður sett við, er føroyski liðformaðurin Hallur Hansson. Hann er sáttmálabundin í AC Horsens inntil á nýggjárinum. Tað hevur verið nevnt, at møguleiki er fyri, at Hallur Hansson fer at skifta felag. Sjálvur hevur Hallur Hansson fyri fáum døgum kveistra spurningin burtur og sagt, at tað ber ikki til at tosa um persónlig viðurskifti, tá ið liðið stríðist fyri at varðveita plássið í bestu deildini.
Nú er tað greitt, at AC Horsens fer at flyta niður. Spurningurin er so, hvussu tað verður við Halli Hansson.