Væl umtókti sjónvarpsverturin Michael Bertelsen, sum hevur gjørt sendingarnar »Den 11. time« og »De uaktuelle nyheder«, kemur í kvøld á skíggjan við einum jólakalendara. Jólakalanderin hevur fingið heitið »Bertelsen og Caminoen«, og snýr seg um gongutúrin, nógvir pílagrímar gera. Teinurin er 800 kilometrar langur og byrjar sunnarlaga í Frankaríki og gongur tvørtur um norðara partin av Spania.
Michael Bertelsen er kendur fyri sín sjálvsama og skemtingarsama stíl sum sjónvarpsvertur. Hann er ikki bangin fyri at ganga egnar leiðir og um pílagrímsferðina sigur hann, at tú avgjørt ikki partú skal vera trúgvandi kristin fyri at ganga túrin.
- Den følelse af at være høj når du går så langt, det er en ting, du ikke behøver at være religiøs for at få , sigur hann við heimasíðuna hjá DR.
Jólakalendarin hjá Bertelsen verður vístur hvørt kvøld fram til jóla klokkan tíggju føroyska tíð á DR2.