Tað eru bara tvey línuskip til fiskiskap í løtuni. Annað skipið kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur væntandi síðst í næstu viku. Bæði skipini fáa mest av longu og brosmu og so nakað av toski.
Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag. Lagt verður aftrat, at væntandi fara fleiri línuskip aftur til fiskiskap, tá streymurin fer at batna aftur fyrst í næstu viku.
- Streymurin er harður í løtuni, men batnar, sum næsta vika gongur. Kanska verður nakað av útróðri seinni í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í sínum metingum fyri komandi vikuna.