Løgmanssteypið
Seinasta umfarið í kappingini um Løgmanssteypið stendur á skránni um vikuskiftið, og tó at seks av teimum átta fjórðingsfinalusessunum eru greiðir, so er framvegis nógv at stríðast fyri hjá flestu liðunum.
B36, GÍ,KÍ, ÍF, VB og HB eru longu vís í at eiga sess millum tey seinastu átta, men av hesum eru tað bert tey bæði fyrst nevndu, sum eru vís í at fáa fyrimunin av heimavølli og einum á pappírinum veikari mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni.
Tað er nevnliga so, at tað verða teir tríggir bólkavinnararnir, sum koma at spæla á heimavølli í fjórðingsfinalunum. Og tá hetta samstundis merkir, at hesi lið sleppa undan at hitta tey, sum hava staðið seg best í bólkaspælinum, er sjálvsagt, at nógv verður lagt fyri í royndunum at vinna seg fram millum hesi.
Tað liggur fast, at í øllum førum vinnarin av fyrra dystinum í Havn ? HB og VB spæla klokkan 14 ? fær heimavøll, og møguleikin er so avgjørt til staðar, fyri at bæði tvey skulu fáa hendan fyrimunin. Ein javnleikur vil sum so eisini tryggjað hesum, og tí kundi verið upplagt, at bæði liðini bara fara á vøllin at avgreiða ein málleysan javnleik, men tað vildi tó ikki líkst hugburðinum hjá nøkrum teirra.
Taparin kemur so undir øllum umstøðum at hava 12 stig, og tað er tað mesta, sum ÍF og KÍ kunnu røkka, og so er spurningurin, hvønn leiklut málmunurin tá kann fáa.
Her stendur í løtuni best til hjá VB, sum kanska væl kann tola at tapa við einum máli ella tveimum, men hetta er so treytað av, at ÍF ikki vinnur stórsigur, tá TB vitjar.
Málmunurin hjá KÍ er eisini hampuliga góður, men teir hava ta á pappírinum truplastu uppgávuna, tá teir á útivølli skulu takast við B36. Men hinvegin kann tað her gerast ein fyrimunur, at árstalsfelagið í høvuðsstaðnum longu hevur vissað sær oddasessin.
NSÍ besta útgangsstøðið
Seinastu tvey plássini til fjórðingsfinalurnar verða latin til teir báðar trý?ararnar, sum hava staðið seg best, og her kappast fýra lið um tey bæði plássini.
Best sær her út hjá runavíkingum, sum hava fimm stig, og sum við einum sigri á framvegis stigaleysa FS Vágum kunnu tryggjað sær heitið sum besti trý?arin.
B68 og EB/Streymur hava bæði fýra stig undan seinasta umfarinum, og her sær í løtuni betri út hjá felagsliðnum. Teir taka á heimavølli móti Skála, sum tó við einum sigri kann leggja seg út í stríðið, men tað krevur so eisini, at úrslitið hjá B68 einki fær burturúr sínum dysti.
Toftamenninir hava trupla uppgávu, tá teir á heimavølli taka móti GÍ, sum er einasta liðið við fullum stigatali, og júst á Svangaskarði hevur GÍ í óvanliga stóran mun hagtølini við sær. So er spurningurin, hvørt gøtumenn leggja so nógv fyri hesaferð, nú oddasessurin kortini er greiður.