Bert tvey av hundrað hava andevni í sær

Møgulig nýggj útbrot av korona-smittu kunnu fara at gera um seg í tíðini sum kemur, tá so fá higartil hava havt smittuna.

 

Blóðroyndir frá 397 fólkum í Oslo vísa, at minni enn tvey prosent hava andevni í sær móti korona-smittu. Tað var í síðstu viku, at blóðroyndir vórðu tiknar av tilvildarligum fólkum, sum eru við í tiltakinum "Den norske mor, far og barn-kanningin", eisini nevnd MoBa.

MoBa er ein av heimsins størstu heilsukanningum, sum hevur til endamáls at fáa størri kunnleika um orsøkir til sjúku og heilsuskaðar. Blóðroyndirnar, sum vórðu tiknar hesaferð, skulu vísa, at luttakararnir í kanningini høvdu andevni móti korona-virus.

Higartil hevur verið hildið, at fólk, ið hava havt korona-smittu, gera andevni móti smittuni. - Men, úrslitið av kanningini vísir, at tað eru ógvuliga fá, sum higartil hava havt smittuna, sigur verkætlanarleiðarin hjá norska Fólkaheilsustovninum, Per M. Magnus.

Hann vísir á, at fólkini, sum luttóku í kanningini, ikki neyðturviliga havt havt korona-smittu, ei heldur trupulleikar í andaleiðini, men øll tey luttakandi vóru úr Oslo, sum hevur flestu korona-tilburðirnar í Noregi.

- Vit hava eisini kannað mong, sum hava havt korona-virus. Tískil vita vit eisini, at okkara kanning er líka so álítandi, sum kanningin, tey gera á Oslo Universitetssjúkrahúsi, sigur yvirlæknin og granskarin, Fridtjof Lund-Johansen, við NRK.

At fáa hava andevni móti korona-smittu í sær, kann fara at merkja, at norðmenn verða sárbarir móti smittuni í tíðini sum kemur. - Hetta merkir, at norska fólkið í lítlan mun vísir tekin um, at tey hava havt smittuna.

Per M. Magnus, verkætlanarleiðari hjá norska Fólkaheilsuráðnum, heldur, at møgulig nýggj útbrot av korona-smittu tískil kunnu fara at gera um seg í Noregi í tíðini sum kemur. 

Næstu vikurnar fer Fólkaheilsuráðið at halda fram við sínum kanningum, og hetta verður í samstarvi við Oslo Universitetssjúkrahús, sum hevur ætlanir um at kanna upp ímóti 10.000 fólkum fyri andevni móti korona-smittu um dagin.

Í Noregi eru stívliga 180.000 fólk kannaði fyri korona-virus, og hetta eru í stóran mun fólk, sum vóru sjúk ella, sum høvdu trupulleikar við andaleiðini. Út við 8000 av hesum eru vorðin staðfest positiv fyri covid-19.