Bert tveir dystir í dag

Á pappírinum tykjast kollfirðingar at vera mest yvirkomuliga mótstøðuliðið av øllum í Atlantic Airways-deildini, og við oddastøðuni hjá Neistanum í mentu, eru havnarmenninir greiðir favorittar.

Men seinastu tveir dystirnar hevur KÍF tó bitið væl og virðiliga frá sær, og tí eru teir hjá Neistanum ávaraðir um, at talan als ikki verður um nakran walkover fyri teirra viðkomandi.

Hjá kvinnunum er talan somuleiðis bert um tann eina dystin, sum stendur á kappingarskránni. Hesin verður í Klaksvík, har Stjørnan tekur ímóti VB. Seinnu árini hevur talan verið um nógvar knallharðar dystir millum júst hesi bæði mótstøðuliðini, men í ár er VB byrjað mest sum av nýggjum, og tí bendir alt á ein tryggan heimasigur í uppgerðini.

 

Í Klaksvík byrjar dysturin klokkan 15, meðan fyrsta bríkslið í Kollafirði verður klokkan 16.