Tað eru einir 5-6 av tipparunum, sum veruliga mugu roknast at hava ein møguleika at vinna stóru tippingarkappingina, sum hevur vart stóran part av árinum.
Trý umfør eru nú eftir, ella við øðrum orðum kappast tippararnir framvegis um 90 stig, so nógv kann uttan iva broytast. Fyri tveimum vikum síðani tók Jóhan Heinesen seg upp á oddasessin, undan 25. umfarinum er hann fremstur við fimm stigum niður til næstu kappingarneytarnar.
Top-10 á listanum sær annars soleiðis út:
Nr.TippariStig
1Jóhan Heinesen145
2Regin Davidsen140
3Sanna Djurhuus138
4Áki Johansen136
4Høgni Davidsen136
6Høgni Ósá134
7James við Brúgv128
8Kim Olsen127
9Hans Pauli Joensen125
10Allan Dal-Christiansen125