Bert trý stig á muni í oddinum

Manchester United hevði undan fjórðseinasta umfarinum í Premier League eina leiðslu, upp á fimm stig. Eftir 35. umfar er leiðslan nú bert trý stig, og enn skal oddaliðið á vitjan hjá Chelsea

FÓTBÓLTUR

 

35. umfar av Premier League varð spælt um vikuskiftið, og eru tað nú bert trý umfør eftir í kendu ensku fótbóltskappingini. Undan hesum fjórðseinasta umfari, vóru meistararnar frá í fjør, Manchester United, heili fimm stig á odda, men eftir bert at fáa javnleik móti Blackburn, samstundis sum Chelsea vann sín dyst, eru bert trý stig á muni, og tað er skjótt at heinta. Serliga tá hugsað verður um at Chelsea hevur heimadyst móti United í næstu viku. Stóri spurningurin er so, hvørt United megnar at reisa seg til røttu løtuna, sum teir so mangan áður hava megnað, ella um Chelsea hinvegin fer at vinna seg inn á United, og harvið skriva seg í søgubøkurnar, við einum »comeback« av teimum heilt stóru. So alt bendir á, at vit í ár fáa ein sera spennandi enda á kappingina, ið rættuliga nógvir føroyingar fylgja øðliga spentir við í.

 

Flott »comeback«

Chelsea vann seg upp á triðja plássið í Premier League í 15. umfari, og har hava teir verið í stórar partar av kappingini, takkað verið stabiliteti og javnt góðum úrslitum. Chelsea hevur so eisini í seinastuni, aftaná at Arsenal byrjaði at rapa niðureftir, megnað at vunnið seg upp á næsta pláss, og í hesum fjórðseinasta umfari eru teir nú bert trý stig frá United, við einum heimadysti móti júst teimum í næsta umfari, so ikki er tað undrunarvert, um vónirnar eru høgar í bláa partinum av London. Chelsea vann framskundaða dystin móti Everton 1-0, og einsamalla málið skoraði ghanesiski Michael Essien.

 

Mundu blakað alt á gólvið

United hava havt enn eitt gott kappingarár, og serliga Cristiano Ronaldo hevur verið flúgvandi, við sínum mongu og týdningarmiklu málum, men um vikuskiftið var tað ein annar harri, ið skuldi vísa seg at koma teimum til hjálpar. Argentinski áloyparin Carlos Tevez hevur sannuliga víst sítt virði í kappingarárinum, og hevur meira enn einaferð verið munurin í dystum, har United annars hevur havt trupuleikar. Aftur hesaferð, tá alt sá út til at ganga av skriðuni, og United hevði brent eitt hav av møguleikum, kom lítli Tevez, Reyðu Djevlunum til hjálpar, tá hann setti krúllin undir bóltin, eftir eitt hornaspark, ið Paul Scholes hevði forlongt. Tað restaðu tá bert tveir minuttir, og tað var nokk til at tryggja United frá einum óhepnum tapi. Tí í fyrsta hálvleiki hevði Roque Santa Cruz lagt heimaliðið Blackburn á odda.

 

Liverpool mest sum tryggjaðir

Liverpool hevur havt enn eitt kappingarár, har teir hava blakað týdningarmikil stig burtur í dystum, har teir annars hava kontrollera fullkomuliga. Øll hesi óneyðugu stigini hava so sjálvandi eisini havt við sær, at teir hava havt trupult við rættuliga at fáa fatur á teimum trimum fremstu, og verða væntandi noyddir til at taka til takkar við einum fjórða plássi. Ikki nakað teir í Liverpool høvdu væntað sær, men hóast tað, sera týdningarmikið, tí fjórða pláss gevur atgongumerki til Champions League fótbólt í næsta kappingarári, og eisini teimum mongu milliónunum av pengum, ið amerikansku eigarar felagsins, sera glúpskir elta við glytrandi eygum.

Seinastu dystirnar hevur Liverpool tó fingið stáplað nakrar sigrar uppá beinini, og við 2-0 sigrinum á útivølli móti Fulham um vikuskiftið, samstundis sum Everton tapti móti Chelsea, eru »The Reds« nærum sikraðir á fjórða plássi. Málini hjá Liverpool skutu Jermaine Pennant og Peter Crouch.

 

---

 

 

Úrslitini í 35. umfari:

 

Arsenal-Reading 2-0 (Adebayor, Gilberto)

Aston Villa-Brimingham 5–1 (Young 2, Carew 2, Agbonlahor - Forssell)

Blackburn-Man. Utd. 1-1 (Santa Cruz - Tevez)

Everton-Chelsea 0-1 (Michael Essien)

Fulham-Liverpool 0-2 (Pennant, Crouch)

Man. City-Portsmouth 3-1 (Vassell, Petrov, Benjani - Utaka)

Middlesbrough-Bolton 0-1 (Gavin McCann)

Newcastle-Sunderland 2-0 (Michael Owen 2)

West Ham-Derby 2-1 (Zamora, Cole - Mears)

Wigan-Tottenham 1-1 (Heskey - Berbatov)