Tað eina málið var heilt tikið av skrá mikudagin, meðan tvey bert kundu gerast hálv.
Orsøkin var, at í tí eina førinum hevði tann ákærdi biðið um at fáa skift verja, meðan hinir báðir ikki møttu við neyðugari orsøk.
Tað kom fram, at allir tríggir menninir vóru staddir í Danmark, men bert tann eini hevði lógligt forfall.
Avgjørt var tí, at taka hesar við undir seinnu hálvu av sakarmálunum.