Bert trý fólk møttu

Sunnudagin varð lýst til ársaðalfund í Sands Arbeiðarafelag, men av tí at bert trý fólk møttu, varð fundurin avlýstur.

Nevndin í Sands Arbeiðarafelag telur fimm fólk og felagið hevur umframt ein skrivara. Men bert trý fólk møttu upp til ársaðalfundin hjá felagnum, ið var sunnudagin í Ungmannafelagshúsunum á Sandi. Á skránni var nevndarval, formansfrágreiðing, góðkenning av roknskapi og áseting av limagjaldi.

- Seinastu tvey árini hevur uppmøtingin verið sera vánalig. Um orsøkin til vánaligu undirtøkuna sunnudagin er, at missjónsvika var, veit eg ikki, men tað er sera spell, at ikki fleiri møta, tí vit skulu taka støðu til nøkur viðurskifti, ið fáa týdning fyri okkum øll. Høvuðsfelagið hjá okkum, Føroya Arbeiðarafelag, hevur ársaðalfund 19. mars og tá verður ætlaða tryggingin á skránni, sigur Terji Dalsgaard, skrivari í Sands Arbeiðarafelag.

Lýst verður í næstum til eykaaðalfund í Sands Arbeiðarafelag og hann verður eftir ársaðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag.

Tað sæst sera væl aftur í inntøkunum hjá Sands Arbeiðarafelag, at flakavirkið í oynni er latið upp aftur. Felagið hevur 155 limir og teir rinda sum aðra staðni eitt ávíst prosenttal av lønini í limagjaldi. Í nevndini fyri Sands Arbeiðarafelag sita Bjarki Henriksen, formaður, Marius Clementsen, næstformaður, Oskar Oskarsson, Óløf Tungá og John Jensen. Terji Dalsgaard er sum nevnt skrivari.