Bert til upplýsing

Høgni Hoydal

 

Okkum restar enn stór tøk til tess at skapa eitt trygt, føroyskt vælferðarsamfelag. Men søgurnar um skerjingar á vælferðar- og útbúgvingarøkinum eru heilt skeivar. Hinvegin eru stórar betringar hendar.

Síggi, at javnaðarflokkurin sigur, at vit enn ikki eru komin upp á 1990-støðið í føroyska samfelagnum. Her hugsa teir ivaleyst um almennu útreiðslurnar og íløgurnar. Tað støðið vóni eg ikki, at vit nakrantíð koma aftur á.

Tí tá brúktu vit eitt nú allan blokkstuðulin og tóku stór lán uttanlands. Tá brúktu vit framvegis meira enn 400 milliónir í studningi til vinnuna ? og høvdu annars dundrandi undirskot allastaðni.

Tað vil siga, at hvørki okkara almannaverk, heilsuverk ella skúlaverk vórðu raðfest eins høgt á fíggjarlógini og nú.

Kortini hoyrist hetta mangan millum fólk: »Teir niðurpína samfelagið fyri at spara upp til fullveldið«. Yvirskriftirnar í fjølmiðlunum benda á tað sama.


Ongin niðurskurður, men stórar betringar

Men hvør er nú veruleikin?

? Síðani 1998 er nýggjur studningur til fiskivinnuna strikaður ? hóast fleiri uppskot hava verið á borðinum.

? Almannaøkið er hækkað munandi við uml. 200 mió. kronum frá 1998 til í dag (herundir serliga heimarøkt, serforsorg og fólkapensión.)

? Heilsuøkið er hækkað við uml. 100 mió. kr. ? og nýtt landssjúkrahús er í gerð.

? Undirvísing, mentan og gransking er hækkað við 130 mió (herundir er játtanin til fólkaskúlan hækkað við 34 mió. kr).


Sostatt kann sigast, at tað, sum varð brúkt uppá studning í 1990, verður í dag brúkt til at betra okkara felags skipanir.


Vit skulu eisini betra ? ikki bert hækka

Kortini er alt verri enn so loyst við hesum. Fleiri pengar eru ikki bara loysnin, men broytingar og betringar skulu gerast í øllum vælferðarskipanum, so tær koma at virka betri og effektivari. Og fleiri ár fara at ganga, áðrenn vit kunnu siga, at vit hava rímiliga nøktandi skipanir í almanna-, heilsu- og undirvísingarverki okkara.

Men raðfestingarnar eru greiðar. Onki er skorið niður á vælferðarøkinum.

Og fara vit ikki aftur at brúka danskar pengar til at gykla okkum eina vælferð fyri, so kunnu betringarnar halda fram. Á tryggum støði. Í teimum frælsu Føroyum.