Jóannes Eidesgaard viðgongur tó, at hann og hansara flokkur brúka ikki nógva tíð upp á okkara ríkisrættarligu støðu, tað málið hevur als ikki nakran sum helst týdning fyri Javnaðarfloksins støðu beint nú. Spurningurin um samríki ella loysing er nakað, sum Tjóðveldi og Sambandsflokkurin kunnu undirhalda við, vit hava onnur og munandi meira týdningarmikil mál at viðgera.
Jóannes Eidesgaard skrivar eisini, at spurningurin um samríki ella loysing er eitt meira enn 100 ára gamalt klandursmál. Ja, har eru vit púra samdir, men hví ikki gera nakað við tað klandrið ?
Eg og ivaleyst mong við mær hava sæð fram til, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í sátt og semju tóku burtur hetta keðiliga og møðandi klandursmál við eini fólkaatkvøðu, men tað verður helst av ongum, so leingi Javnaðarflokkurin framhaldandi hevur so lítlan áhuga í hesum týðandi máli.