Bert til góðkendar bilar

Alt fleiri bilar koma nú á marknaðin við RFT-dekkum, (Run Flat Tyre), sum eru gjørd til at kunna koyra eitt strekki upp á minst 80 kilometrar við 80km/t uttan luft. Hesi dekk skulu einans nýtast til bilar, sum eru góðkendir til RFT-dekk

Fleiri dekkverksmiðjur lýsa við RFT-dekkum, sum um at tey kunnu brúkast til allar bilar.

Goodyear hava í hesum døgum stórar sjónvarpslýsingar við nýggja RFT-dekkinum RunOnFlat. Samstundis vísa teir á, at hesi dekk kunnu setast á flest allar vanligar felgur, men at tey einans skulu nýtast til bilar, sum eru góðkendir til RunOnFlat-dekk.

Hesir bilar hava eina innbygda elektroniska ávarðingarskipan, sum sigur frá um dekktrýstið fellur. Hetta fyri at ávara bilføraran um t.d. at okkurt av dekkunum missir lufttrýstið, so hann ikki koyrir við meira ferð enn 80 km/t.

Vandin liggur í, at um bilførarin ikki varnast at dekktrýstið ar fallið, kann hann koyra við t.d. 200 km/t á einum motorvegi í longri tíð, og tá kunnu dekkini blíva rættuliga heit og lívshættislig.

Hetta er vert at hava í huga, nú nógvir bileigarar fyrireika seg til koyring uttanlands.

RFT-dekkini eru uppbygd nakað annarleiðis enn vanlig dekk, t.d eru dekksíðurnar styrktar við gummi, sum kann bera vektina av bilinum, hóast øll luftin er likin út. Eisini eru dekkini gjørd soleiðis, at tey halda sær á felgunum undir koyring uttan luft.

RFT-dekk eru nú standard á nógvum av kendu bilmerkjunum.


Kelda: Goodyear / Super Dekk