Bert tað besta er nóg mikið til 200

Íslendskir miðlar fagnaðu stórliga føroyska punkbólkinum 200 eftir luttøkuna í Icalandic Airwaves

Eini 160 bólkar tóku lut í stóra íslendska tónleikafagnaðinum. Føroyski bólkurin 200 fekk góð ummæli eftir tiltakið, sum fór fram fyri á leið tveimum vikum síðani.
200 spældi á Grand Rock og íslendska Blaðið, ið kemur ókeypis í hvørt hús, fegnaðist.
Blaðið samanbar 200 við ZZ Top og Dead Kennedys. Rockur við einum ísletti av punki og við politiskum undirtónum. Hetta var tann konsertin,ið skapti mest bilsni, skrivar Blaðið.Blaðið vónar, at 200 spælir á Nasa næstu ferð teir vitja Ísland, tí onki minni er nóg gott til 200. Og heimmildarmaður okkara, Jens Guð, greiðir frá, at Nasa er einar fimm ferðir størri enn Grand Rock, so tað er ikki smávegis umstøður, ið Blaðið ynskir at bjóða 200.