Bert tímar til brakið móti Ísrael

Landsdystarhýrurin skal bæði síggjast og hoyrast, á Hálsi í kvøld. –Finnur Hansson, stigtakarin metir at vit eiga at vera meiri vill og rópa og geyla meira

Niðurteljingin til triðja dystin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum er byrjað, og klokkan 18 í kvøld er skipað fyri ”upphiting” í ítróttarhøllini á Hálsi, har fólk samlast og kunnu fáa andlitsmáling, men annars bara møtast og hugna sær og peppa hvønn annan upp til tann perfekta landsdystarhýrin.


Hondbóltsfepur

Sannur hondbóltsfepur herjar oyggjarnar í hesum døgum, og ikki er tað serliga løgið heldur. Okkara manslandslið er í HM-Undankapping, har teir eru í bólki saman við krútsterka Serbia og tí, í hondbóltsheiminum, heldur minni kenda Ísrael. Hóast hesar tjóðir eru nógvar ferðir betur, og hava nógv fleiri altjóða royndir enn føroyingar, hevur føroyska liðið megnað at staðið risunum úr Serbia mát, í stórum pørtum av dystinum á heimavølli. Úrslitið gjørdist eisini bert fimm mál á muni 28-33.

Á útivølli í Serbia var talan tó um avsmurning, tá okkara ikki komu væl frá byrjan, og ein av profilunum hjá okkum, ikki var við, samstundis sum stjørnuskjúttarnar hjá Serbia høvdu ein framúr góðan dag.

- Slíkt kemur fyri á hesum støði, og tað skal man gera sær greitt, alt fyri eitt. Men tað er her tað er áhugavert og mennandi at vera við. Vit hava funnið rætta pallin, sigur júst umtalaði profilurin, ið kom inn á liðið til heimadystin. Talan er um sjálvsagt um Heina Hanusarsson, ið dagliga spælur í danska felagnum Elite 3000 Helsingør, har Rókur A. Nielsen eisini spælur.


Venjarin hevur góðar vónir

Føroyski landsliðsvenjarin, Dia Midjord var, sum vera man sera fegin um innsatsin, føroysku leikararnar komu við, og metir at um sami innsatsur og sami vilji, dirvi og áræði verður at síggja í kvøld, er ikki óhugsandi at vit fara at vera vitni til enn eitt megnar úrslit, og kanska enntá okkurt stig eisini.

- Eg vil ikki lova ein sigur, men um vit standa eins væl, og vit gjørdu móti Serbia, og vit hava sama dirvið, áræðið og frekleikan, eiga vit at megna at koma við einum minst líka góðum úrsliti, sigur Dia Midjord eftir dystin á Hálsi, um vikuskiftið. Dia leggur afturat, at móti Ísrael eiga vit at megna at fylgja teimum líka til mállinjuna. So spennandi verður at síggja hvussu leikur fer fram í kvøld.

Vit ynskja føroyska liðnum og eisini Hondbóltsambandinum alt tað besta framyvir, og vónandi verður ungdómurin eisini at síggja í altjóða kappingum, eins væl og kvinnurnar. Hetta fremur menning og góðsku, og eigur at vera vegurin. Góðan dyst og góða byr framyvir.