Dreymabyrjanina fekk HB, longu tá knappir sjey minuttir vóru spældir. Einar tvær ferðir hevði HB longu verið heilt nær Skála-málinum, tá Jákup á Borg sera hegnisliga legði teir á odda. Jákup var sjálvur við í uppspælinum, áðrenn hann á miðvøllinum slepti bóltinum og søkti inn í feltið. Høgi bólturin lá kanska ikki so væl, men eingin Skálamaður fór kortini eftir honum. Helst væntaðu bæði málverji og verja, at Jákup fyrst fór at temja bóltin, og tí stóðu teir púrasta negldir, tá Jákup við einum tekniskt truplum hálvfluktari legði bóltin í síðunetið til HB-leiðslu.
Mistu flog og hugflog
Eina løtu eftir hetta var tað framvegis HB, sum sat á tí mesta. Uppspælið gekk bæði eftir jørð út í borðini, og við beinleiðis longum sendingum upp móti sterka høvdinum hjá Rógva Jacobsen. Onkrar ferðir var veruligur vandi eisini á ferð, men Skála reið tó stormin av. Og spakuliga gjørdust teir eisini partur av dystinum.
Fyri steðgin gjørdust teir kanska ikki heilt vandamiklir, tó at teir høvdu hug at hótta. Men tað gekk ikki long tíð eftir steðgin, áðrenn javnvág aftur var í. Í royndunum at fáa meira bit og kreativitet inn í spælið, vórðu Bogi Gregersen og Alexendur Johansen sendir á vøllin fyri ávíkavist Debes Danielsen og Rúna Rasmussen.
Og tað gekk ikki long tíð, áðrenn Bogi hevði fingið javnvág í roknskapin. Sløsut HB-verjuspæl hevðið við sær, at Levi Hanssen brádliga slapp at baklinjuni, og so kundi Bogi sópa flata innleggið undir nettakið.
Tannleyst trýst
Tað, sum eftir var av dystinum, hevði Skála eina greiða spæliætlan. Teir bíðaðu tolnir eftir HB, sum nú mátti leypa á, og so lúrdu teir eftir kontramøguleikunum.
Hesir vóru eisini heilt nógvir í tali. Óteljandi ferðir gloymdi HB-miðvøllurin alt um at halda dýpið í spælinum, og við fýra miðvallarum høgt uppi á linju, var lag á manni hjá Skála at spáka sær móti brotsteiginum. Ikki minst, tí teir í Nenad Stankovic áttu í serflokki besta mannin á vøllinum. Men eins óteljandi nógvar ferðir vórðu gyltir møguleikar sløsaðir burtur. Seinasta og næst seinasta sendingin vóru antin ov óneyvar, ella varð skotið, tá menn heldur skuldi spælt, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu hóttur Bárður Johannesen í málinum var. Eina ferð hevði Bárður Danielsen tó bóltin í netinum, men tann royndin varð kolldømd fyri rangstøðu, og so gjørdist ikki meira.
HB megnaði í sín lut ikki at skapa tað heilt stóra. Móti dystarenda gjørdist tó talan um einstakar spentar støður, tá bóltar vórðu lossaðir inn í feltið, men nærri enn einum skoti væl upp um frá Jákupi komu teir tó ikki. Og sum vera man, so hjálpti tað teimum lítið, at dómarin stútt og støðugt var viðvirkandi til at taka ferðina av dystinum.
Fara eftir steypinum
Meira enn nakað, so staðfesti úrslitið, at HB nú er mest sum púrasta úti úr FM-stríðnum. Við sjey stigum upp til EB/Streym verður meira enn trupult at nerta teir, og tí verður helst fyrst og fremst hugsað um silvur og UEFA-Cup pláss nú. Ella sum heimasíðuverturin so beinrakið skrivaði eftir dystin: »Kanska eru leikarar okkara longu byrjaðir at hugsa um Løgmanssteypið?«