Onkur bilur fekk smásnuddir, og í Kollafirði fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av vegnum orsakað av vindi.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at ein av grundunum til hesi smáóhappini er, at fólk lurta ikki eftir teimum ávaringum, sum løgreglan sendir gjøgnum útvarpið. Fólk halda ofta sum so, at tað man fara at ganga kortini og fara so tvassandi í vánaligum líkindum við vánaligari útgerð.
Av politistøðini verður sagt, at rættiliga ofta vísir tað seg, at ferðsluóhapp í hálku eru beineliðis avleiðing av, at koyrt verður við ov vánaligum dekkum. Og soleiðis var eisini hendan dagin, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.