Í vikuni var fyrsti dysturin í síðsta umfari í Eikliguni hjá kvinnum spældur, tá KÍF í Kollafirði tók ímóti ÍF. Hetta var annar av dystunum í síðsta umfarinum, sum í grundini slett ongan týdning hevði, tí hvørki KÍF ella ÍF kundu flyta seg nakað serligt á stigatalvuni.
ÍF, sum alt árið hevur ligið ovari enn KÍF, livdi eisini upp til favorittleiklutin og vann dystin 3-1. Kvinnurnar úr Fuglafirði vunnu fyrsta settið sannførandi, men í øðrum setti svaraði KÍF aftur og vann, tó at tað var tepurt. Men í triðja og fjórða setti var ÍF aftur betri og gjørdist bara meira og meira sannførandi, sum dystinum leið. Settúrslitini vóru 16-25, 25-23, 20-25 og 15-25.
Fleyr ella Mjølnir
Tað einasta, ið eftir er at finna útav í kappingini hjá kvinnunum, er um tað verður Fleyr ella Mjølnir, ið endar ovast á stigatalvuni, tá síðsti dysturin er spældur og farast kann undir FM-finalurnar millum tey bæði liðini. Tað av teimum, ið endar ovast, fær heimavøll í einari møguligari triðju finalu.
Bæði liðini spæla sunnudagin, tá Mjølnir á heimavølli í Klaksvík tekur ímóti SÍ, sum leingi var á odda, men síðani varð yvirhálað av bæði Fleyr og Mjølnir. Hetta nýtist ikki at gerast nakar lættur dystur hjá Mjølni, hóast SÍ bara hevur æruna at spæla fyri, men kortini eru klaksvíkskvinnur favorittar.
Tað sama eru kvinnurnar hjá Fleyr, sum sunnudagin á útivølli skulu spæla ímóti TB, ið leingi hevur ligið tungt í sjónum miðskeiðis á stigatalvuni, men nú sær út til at hava fótað sær aftur. Triði dysturin í hesum seinasta umfarinum hjá kvinnunum verður á Toftum millum Ternuna og Drátt, men hann verður ikki spældur fyrr enn mánakvøldið.
Bara ein eftir
Hjá monnunum er bara tann eini dysturin eftir, og hann er millum Mjølnir og SÍ, ið leingi kappaðust um at sleppa í finaluna ímóti ÍF. Ta kappingina vann Mjølnir, og fyri viku síðani kundi staðfestast, at SÍ endar við at fáa bronsuna, sum er nakað verri úrslit enn síðsta vetur, tá tað gjørdist til greipuna.
Hóast púrt einki í kappingini stendur á spæl undan dystinum í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin, man tað sama gera seg galdandi her, sum hjá kvinnunum, at spælt verður um æruna. Tí kann alt henda, hóast Mjølnir sum finalistur skuldi havt neyðugu styrkina til at vunnið. Men sum SÍ fyri viku síðani spældi Fleyr sundur og saman, kann alt henda.