Bert álit skapar semjur

Tað ber væl til at fáa bæði fólkaskúlan fullvirknan, ein vælvirkandi arbeiðsmarknað og álitið á okkara politisku skipan bygt uppaftur. Men tað hendir ikki eftir einum degi ella einum ári. Verri enn so. Og um politiskur løtuvinningur framvegis skal vinna á ábyrgdini og politiskum støðufesti, so verður tað ongantíð.

Tað ber væl til at fáa bæði fólkaskúlan fullvirknan, ein vælvirkandi arbeiðsmarknað og álitið á okkara politisku skipan bygt uppaftur. Men tað hendir ikki eftir einum degi ella einum ári. Verri enn so. Og um politiskur løtuvinningur framvegis skal vinna á ábyrgdini og politiskum støðufesti, so verður tað ongantíð.

Vit kunnu og mugu ikki lova, at allir teir trupulleikar, sum eru skaptir gjøgnum 10-tals ár, verða loystir beinanvegin. Vit kunnu bert vísa á varligar betringar, ið okkara egni búskapur og førleiki kann bera. Bert soleiðis kunnu vit sleppa undan brotnum lyftum og støðugum misáliti.

Øll harmast vit um verkfallið í fólkaskúlanum, og í seinastuni hava øll amboð verið nýtt til at gera støðuna uppaftur truplari. Lagt verður beinleðis eftir persónum, partapolitikkur og løgting verða drigin uppí, og fordómarnir móti bæði politikarum og lærarum nørast í samfelagnum.

Ósemjan millum Lærarafelagið og myndugleikar hevur øll elementini til at gerast ein eldfim blanding.


Fýra høvuðstrupulleikar

Talan er um 4 høvuðstrupulleikar, ið allir hava ávirkan á støðuna og úrslitið.

1. Ein fólkaskúlalóg verður samtykt undir undanfarna landsstýri, har tær fíggjarligu og umsitingarligu avleiðingarnar ikki eru nóg væl greinaðar og lýstar ? og har nógvir ymsir møguleikar og nógvar metingar kunnu gerast um, hvat krevst.

2. Arbeiðsviðurskiftini, uppgávurnar og gerandisdagurin hjá fólkaskúlalærarum hevur leingi havt tørv á at verða lýstur og lagdur í greiðari karmar ? bæði undir gomlu lógini, og ikki minst í samsvari við, at tættirnir í nýggju fólkaskúlalógini skulu setast í verk og fáast at virka til fulnar úti á skúlunum.

3. Lønarviðurskiftini og onnur rættindir hjá lærarum skulu ásetast í samráðingum, eftir mong ár við ongum ella lítlum lønarvøkstri.

4. Nógvir politikarar hava hug at lasta hvørjum øðrum fyri forsøguna, og nógvir politikarar hava hug at vinna sær politiskan løtuvinning í einum verkfalli, sum rakar eina miðleingju í samfelagnum og harvið allar føroyingar og øll pláss í landinum. Tí verður løgtingið nú drigið uppí.

Einasti møguleiki at loysa ósemjuna, er at skilja hesar trupulleikar sundur og fara undir at loysa teir hvør sær. Undiritaði og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava leingi ynskt at komið til samráðingarborðið til tess at greiða fløkjuna. Tað krevur álit á, at loysnin tildømis fæst soleiðis:


Trupulleiki 1

Tann fyrsti trupulleikin við fólkaskúlalógini er ein spurningur millum landsstýrið og løgtingið, sum snýr seg um lóggávuarbeiði, umsiting og raðfestingar á fíggjarlógini.

Undirritaði hevur gjørt greitt, at eg fegin vil taka stig til at gera eina gjøgnumlýsing og koyriætlan yvir eitt áramál fyri, hvussu nýggja fólkaskúlalógin fæst at virka til fulnar. Hetta vil Undirvísingar- og mentamálastýrið fegin gera í tøttum samstarvi við Lærarafelagið, kommunur, skúlaleiðslur, skúlanevndir og foreldraráð. Men ábyrgdin fyri, at ymsu tættirnir verða settir í verk við kunngerðum og rundskrivum, og at neyðuga játtanin fæst, liggur hjá landsstýrismanninum, sum stendur til svars fyri løgtinginum. Hetta kann ikki bindast í ein sáttmála við triðjapart.


Trupulleiki 2

Tann næsti trupulleikin um álagdar uppgávur og arbeiðsviðurskifti sum heild hjá lærarum, er ein spurningur, sum Undirvísingar og mentamálastýrið hevur ábyrgdina av at fáa greinaðan saman við Lærarafelagnum, so rættvís løn fyri útint arbeiði kann verða grundarlag undir øllum komandi sáttmálum. Tíverri eydnaðist ikki einum arbeiðsbólki við umboðum fyri allar partar at semjast um hetta áðrenn sáttmálin fór úr gildi. Men tað má bera til at semjast um, hvussu veruleikin sær út.


Trupulleiki 3

Tann triði trupulleikin er sjálvur sáttmálaspurningurin. Hetta er ein spurningur millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag, har tó Undirvísingar- og mentamálastýrið tekur lut við fakligum spurningum og ivamálum. Her má landsstýrið eisini taka atlit til allar aðrar fakbólkar og tryggja rættvísar lønar- og starvssáttmálar sum heild inna tað almenna. Hartil má landsstýrið taka atlit til landskassan og samfelagsbúskapin, tá sáttmálar verða gjørdir, so skerjingar ikki mugu gerast aftaná. Lærarafelagið skal sjálvsagt stríðast fyri at fáa so gott úrslit sum gjørligt fyri sínar limir. Millum hesi ymisku áhugamál, skal semja fáast.


Trupulleiki 4

Tann fjórði trupulleikin er ein spurningur um ábyrgdarfullar politikarar, sum ikki bert dyrgja eftir politiskum løtuvinningi ella seta ymiskt í verk, har hvørki fígging ella ætlanir halda í longdini. Tíverri hava vit longu sæð, at bæði andstøðu- og samgongupolitikarar royna at gera sær dælt av ónøgdini hjá okkum øllum og sáa misálit millum fólk. Eisini hesaferð verður fullveldi, sum hin grábeinti hongt á veggin til syndabukk. Hartil verður eitthvørt høvi brúkt til at sáa iva um álitið á landsstýrismenn og landsstýrið. Hesin trupuleiki kann bert loysast við, at vanlig siðvenja, um ikki at gera sáttmálasamráðingar partapolitiskar, verður hildin.

Øll hava merkt, hvussu tað er, um dúvað verður uppá, at løgtingið skal loysa trupulleikar á arbeiðsmarknaðinum. Tá eru ongin vunnin rættindi og ongar varandi semjur. Tá kunnu viðurskiftini bert skerjast, tá tað fjarar í kassanum, sum jú er hent so ofta.


Bert ein háttur

Tí er bert ein vegur: Um álit var á, at hesir trupulleikar við fólkaskúlanum vórðu sundurskildir og loystir, uttan at kasta fordómar og misálit hvør á annan, so hevði arbeiðsósemjan verið loyst. Og júst hetta álit mugu vit politikarar nú stremba eftir at skapa. Annars verður bert talan um terrorjavnvág.

Hugsi at tað fer at taka fleiri ár, men uttan hetta grundleggjandi álit ræður bert vónloysi, ónøgd og mistreysti. Og tá fáa vit neyvan ein góðan fólkaskúla ella nakað annað gott burturúr.


Høgni Hoydal

landsstýrismaður