Bert íløgur í Havn

Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, helt, at flestu íløgur verða gjørdar í Havn

Í einari viðmerking til Bjørt Samuelsen segði Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, at samgongan er í ferð við at niðurlaða útjaðaran. Hann vísti á, at tær íløgur, sum samgongan hevur sett á skrá, so at siga allar eru í Havn.

 

Hann nevndi eisini, at samgongan hevur ætlan um at gera fiskimannin ognarleysan við nýggja fiskivinnupolitikkinum.

 

Bjørt  Samuelsen avvísti hesum og vísti á, at í Klaksvík verða nógvar íbúðir bygdar næsta ár, og at íløgur verða eisini gjørdar í lendingina í Svínoy.