Bert Kaj Leo var við í sigri

Tríggir føroyskir landsliðsleikarar vóru við frá byrjan fyri síni feløg í dag

Av útisetunum hetta vikuskiftið var tað bert Kaj Leo í Bartalsstovu, av teimum sum spældu, sum fóru av vøllinum við einum sigri. Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá byrjan fyri ÍBV, sum vann 1-0 á útivølli móti ÍA í Akranesi. Hin føroyingurin í ÍBV, Jónas Tór Næs, var ikki á vøllinum í dag. Hann hevur seinastu vikurnar drigist við ein smærri skaða, men verður væntandi tøkur á føroyska landsliðnum í næstum.

 

Tveir aðrir føroyskir landsliðsleikarar byrjaðu í dag fyri síni feløg. Jóan Símun Edmundsson var fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið millum teir fyrstu ellivu hjá OB, sum á heimavølli tapti 2-0 móti FC Midtjylland. Eisini Viljormur Davidsen var millum teir fyrstu ellivu hjá Vejle, sum heldur skuffandi misti 2-0 leiðslu á útivølli móti Skive, í einum dysti sum endaði við 2-2 javnleiki.

 

Í Noregi var Gilli Rólantsson Sørensen ikki við í hópinum hjá Brann í dag, sum vann 4-2 á útivølli móti Viking. Gilli Rólantsson Sørensen sat uttanfyri tí at Gilli var sjúkur, og at læknin hjá Brann ikki metti at tað var ráðiligt hjá Gilla at spæla dystin.

 

Í morgin vera teir flestu av hesum omanfyri nevndu leikarum helst úttiknir til føroyskan landsliðshópin hjá Lars Olsen til komandi dystirnar móti Portugal og Andorra.