Lisbeth L. Petersen
Fólkatingslimur Sambandsflokkurin
Eingin eigur at ivast týsdagin.
Bert hin eini politiski flokkurin hevur eina heilt greiða støðu og boð uppá eina trygga framtíð saman við Danmark og Grønlandi í einum felagsskapi, ið hevur lagt lunnar undir vælferðina í Føroyum.
Hjá einum øðrum flokki eru boðini: føroyskt fullveldi, hvør prísurin enn verður.
Allir hinir flokkarnir vingla og ganga í bólkum, og tí kanst tú ikki kenna teg tryggan, tá talan er um framtíðina hjá Føroyum og føroyingum.
Og so er tað skemtiligi boðskapurin frá tí eini flokkinum, ið sigur seg umboða "diplomatarnar" á fólkatingi !! Ja, skjótt er at gloyma !
Sambandsflokkurin hevur ikki rópt og geylað við brigsli um koloniharrar og "overdosis finansiel narkotika".
Í álitisfullum samstarvi við flokkin Venstre hevur Sambandsflokkurin arbeitt samvitskufult fyri føroyskum áhugamálum. Samstarvið hevur givið okkum møguleikan til fullgyldugar nevndarsessir, og ikki bert sum eygleiðarar. Í tingbólkinum hjá sama flokki hevur møguleiki verið at gjørt vart við frávik í støðutakan frá føroyskari síðu, og lættari at fáa ráðharrar í talu í ymiskum málum umframt innlit, tá mál hava verið til innanhýsis politiska viðgerð.
Tað hevur ongatíð í míni starvstíð verið ilt orð at hoyra, tá eg havi havt aðra støðu enn teir, og eg havi grundgivið hví.
Hesum møguleikum mugu vit ikki sleppa.
Samstundis sum eg vil nýta høvi at takka mínum trúføstu veljarum fyri teirra álit á meg hesa tíðina, heiti eg á allar veljarar um at standa saman um Sambandsflokkin og sambandshugsjónina.
Har eigur ongin at ivast.