Bert Høgni sær trøll á alljósum degi

Sambært Dimmalætting frá 12. februar í ár, sigur Høgni Hoydal, at nú mugu allir flokkar velja, um teir eru á føroysku ella donsku síðuni, ella um teir vilja vera uttanveltaðir. Tað politiska valið kemur aftaná!

Hetta er tað løgnasta og mest forbronglaða, eg nakrantíð havi hoyrt.

Hvat er nú tað politiska og tað ópolitiska, sum Høgni Hoydal vil hava allar politiskar flokkar at velja ímillum? Er uppritið hjá landsstýrinum politiskt ella ópolitiskt?

Hvussu skulu limirnir í uttanlandsnevndini, sum allir eru politikarar, velja ímillum tað ópolitiska ella at vera uttanveltaðir ???


Andstøðuuppskotini

eru føroysk

Hvat billar Høgni Hoydal sær inn at tosa um føroyska ella danska síðu? Hava danir gjørt uppskotini hjá andstøðuni?

Er tað nú veruliga so gali, at Høgni Hoydal heldur seg vera meira føroying enn aðrir føroyingar?

Spell kortini at politikkur nú hevur broytt tann annars so dámliga Høgna so nógv, at hann hevur yvirhálað partamann sín, sum í bløðunum skrivar rósandi brøv um seg sjálvan, tó undirskrivað við følskum navni, tí hann skammast yvir egnar gerðir.


Høgni Hoydal eigur útlendska uppskotið

Um vit hugsa um uppskotini hjá Sambandsflokkinum og hjá Javnaðarflokkinum, so eru hesi tilevnaði av føroyingum líka frá A til Z. Men hinvegin finnast fleiri útlendskir fadrar til uppskotið hjá Høgna Hoydal.

Um Høgni nú so fegin vil tosa um eitt føroyskt og eitt útlendskt uppskot, ja so er avgjørt neyðugt at minna á, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eiga tey reinu føroysku uppskotini, meðan Høgni Hoydal eigur tað útlendska, sum er bæði politiskt, ópolitiskt og uttanveltað, fyri at brúka hansara egnu orð.


Tórshavn tann 12.02.2000

Trygvi F. Guttesen