Bert fyri menn - kvinnur onga atgongd

Krabbameinsfelagið skipar fyri kunnandi tiltaki um prostatakrabba tann 1. september. Johan Poulsen, yvirlækni og urologur, fer at greiða frá um sjúkuna, Egi Dam fer at siga sína søgu um, tá hann fekk sjúkuna, ið nógvir menn ræðast, og Tummas í Garði, varatjóri á Landssjúkrahúsinum, fer at greiða frá viðgerðartilboðum í føroyska heilsuverkinum. Tiltakið er fyri menn, sum hava, ella hava havt prostatakrabba, og fyri allar aðrar menn, ið hava áhuga fyri evninum.

Tiltakið verður á Hotel Føroyum mikukvøldið 1. september klokkan 19.00

Johan Poulsen fer at halda fyrilestur um krabbamein í bløðruhálskertli, um sjúkueyðkenni, um viðgerð í dag í mun til fyrr og um eftirviðgerð og kontroll. Eisini fer hann at greiða frá møguleikunum at fyribyrgja prostatakrabba.

Egi Dam, sum vit øll kenna sum sjónleikara, hevur kent sviðan av at verða raktur av krabba í bløðruhálskertlinum. Hann fer at siga sína persónligu søgu um at verða raktur av sjúkuni.

Tumms í Garði fer at tosa um viðgerðartilboð av prostatakrabba á Landssjúkrahúsinum, og um hvørjar framtíðar ætlanir føroyska heilsuverkið hevur innan hetta økið.

Stovna sjálvhjálparbólk

Ætlanin er eisini hetta kvøldið at stovna ein bólk fyri menn, ið hava ella hava havt prostakrabba. Eirikur Simonsen, ið var raktur av prostatakrabba fyri nøkrum árum síðani, fer at hjálpa felagnum at standa fyri hesum bólki.

Krabbameinsfelagið veit av royndum, at menn í nógv minni mun enn kvinnur nýta tey tilboð, sum felagið hevur um kunning, hjálp og vegleiðing í sambandi við krabbamein. Felagið skipar tí fyri hesum kunningarkvøldi, sum serstakt átak fyri menn ? kvinnur hava sostatt ikki atgongd í hesum umfari.

Tá felagið skipaði fyri líknandi tiltaki fyri tveimum árum síðani, var undirtøkan sera góð. Krabbameinsfelagið eggjar øllum monnum, sum hava hug, at koma at lurta.

Tiltakið er ókeypis, men vit heita á menn um at boða frá luttøku á telefon 317959 ella teldupost ffk@krabbamein.fo.