Bert fjórði hvør maður í barnsburðarfarloyvi

Tað vísir ein kanning, ið Javnstøðunevndin hevur latið gjørt. Tað er Gallup Føroyar, ið hevur gjørt kanningina við at spyrja 549 tilvildarliga útvaldar føroyingar

Upp á spurningin, Hevur tú verið í barnaburðarfarloyvi?, svara 75% av monnunum nei. Tað merkir, at bert 25% av monnunum hava verið í barnsburðarfarloyvi, og tað er ikki nógv.
Tilsamans hava 46% av monnum og kvinnum verið í barnsburðarfarloyvi, meðan 54% ikki hava verið.
Talvur vísa eisini, at 61% av monnunum, sum hava verið í barnsburðarfarloyvi, hava verið tað einaferð. 17% hava verið ávikavist tvær og tríggjar ferðir, meðan 6% hava verið fýra ferðir.
Ein onnur talva vísir, at 44% av monnunum, ið hava verið í barnsburðarfarloyvi, hava havt frí í 0-14 dagar. 17% hava verið í barnsburðarfarloyvi í 9-12 mánaðir.
Spurd, hvussu barsilsskipanin átti at verið, siga meiri enn helmingurin, 51%, at mamman og pápin sjálvi frítt skulu avgera, hvussu tey býta farloyvið millum sín.
24% halda, at skuldi verið longt við sama kynsbýti sum í dag, meðan 14% halda, at tríggir mánaðir skuldu verið eyðmerktir til mammuna, og tríggir mánaðir eyðmerktir til pápan, umframt tríggjar mánaðir, ið mamman og pápin frítt kunnu býta ímillum sín. Teir tríggir eyðmerktu mánaðirnir kunnu ikki flytast millu partarnar.
2% av teimum spurdu halda, at mamman og pápin skulu hava eins langt barnsburðarloyvi.
Ein onnur talva vísir, at 48% av kvinnunum vilja hava, at mamman og pápin sjálvi skulu frítt gera av, hvussu tey býta barnsburðarfarloyvi millum sín, 34% av kvinnunum vilja hava longt barnsburðarfarloyvi við sama kynsbýti, sum í dag, meðan 8% vilja hava tríggjar mánaðir í part til hvønn partnaran, og tríggjar mánaðir at býta.

Letur seg ikki gera
Spurd, um tey høvdu tikið av tríggjar mánaða pápafarloyvi, í fall tað hevði komið í gildi, svara 63% ja, 22% nei, meðan heili 15% siga seg ikki vita.
Tølini svinga eitt lítið sindur, tá tey verða býtt út á kynini, tí tá høvdu 61% av kvinnunum og 65% av monnunum svarað ja, 24% av kvinnunum og 20% av monnunum svarað nei, meðan 15% av bæði kvinnum og monnum siga seg ikki vita.
Um orsøkina til, at fólk ikki høvdu tikið av tilboðnum um pápafarloyvi, siga 41%, at tað ikki letur seg gera í arbeiðinum hjá pápanum.
27% siga, at mamman dugir betri at ansa børnunum, meðan 11% siga, at tey ikki ætla sær at fáa fleiri børn, meðan 5% siga, at tað er ikki vanligt, at pápar taka farloyvi.
14% geva aðra grundgeving, meðan 3% siga seg ikki vita.
Býtt út á kynini siga 52% av kvinnunum, at tað letur seg ikki gera í arbeiðinum, sum pápin er í, meðan 21% av monnunum siga tað sama.
43% av monnunum og 17% av kvinnunum siga, at mamman dugir betri at ansa børnunum, meðan ávikavist 9% og 14% av kvinnum og monnum ikki ætla sær fleiri børn.
9% av kvinnunum siga, at tað er ikki vanligt, at pápar taka farloyvi, meðan eingin maður sigur tað sama.
Ávikavist 13% og 14% av kvinnum og monnum geva arðar orsøkir.

25.000 passaligt
Heili 60% av teimum spurdu halda, at barnsburðarfarloyvið er ov stutt, meðan 30& halda, at tað er passaligt. Hartil kemur so 1%, ið heldur, at barnsburðarfarloyvið er ov langt.
Tað kemur kanska ikki óvart á, at tað eina prosentið, ið heldur barnsburðarfarloyvið er ov langt, eru menn.
74% av kvinnunum halda, at barnsburðarfarloyvið er ov stutt, meðan talið fyri menn er 41%.
Ávikavist 19% og 46% av kvinnum og monnum halda, at farloyvið er passaligt.
Í verandi barsilsskipan verður einki eftirlønargjald goldið til teirra, sum eru í barnsburðarfarloyvi undir barsilsskipanini, tað vil siga tey, sum fáa vanliga løn undir barnsburðarfarloyvi. Og her halda 71%, at hetta má broytast, so viðkomandi ikki verður fyri mismuni i mun til sínar starvsfelagar, orsakað av barnsburðarfarloyvinum.
13% halda, at so má vera, meðan 16% siga seg ikki vita.
Býtt á kvinnur og men eru tølini ávikavist 77% og 62%, meðan tølini eru ávikavist 9% og 18% ið siga, at so má vera. 13% av kvinnunum og 20% av monnunum siga seg ikki vita.
Hinvegin eru tey flestu væl nøgd við hægst gjaldið, ið er 25.000 krónur um mánaðin. Har siga 74%, at tað er passaligt, 13% halda tað vera ov lágt, meðan 5% siga, at talið er ov høgt.
Talið er rættiliga eins millum kvinnur og menn, ávikavist 74% og 73%, 13% og 11%, meðan bara 3% av kvinnunum halda, at upphæddin er ov stór, meðan 8% av monnunum halda tað sama.
Av inntøkum undir 10.000 krónur halda 11%, at upphøddin er ov stór, meðan bert 2% við somu inntøku halda, at talið er ov lágt.
Áleið somu tølini, uttan mun til inntøku, halda, at hægsta útgjaldið á 25.000 krónur um mánaðin, er passaligt.