Bert FCK eftir

FCK er einasta danska liðið, sum er eftir í UEFA-Cup, nú farið verður undir bólkaspælið. Meðan Brøndby mátti lúta fyri Rosenborg, fekk FC Nordsjølland av at vita í Grikkalandi, har teir taptu 5-0 móti Olympiakos. Og tað var um reppið, at FCK fekk heilt stórar trupulleiakr móti FC Moskva. Við 2-1 sigri í skjáttuni hevði FCK annars góð kort undan heimadystinum í gjárkvøldi, men teir vóru aftan fyri 1-0, og eitt russiskt sjálvmál skuldi til, áðrenn FCK fekk javnað til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga støðan av dystinum.