Bert fáar lastir til Noregs í tvey ár

Norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen hevði í gjár fund við øll tey stóru fiskivinnufeløgini í Noregi um møgulig tiltøk móti Føroyum í sambandi við ósemjuna um sildakvoturnar.

 


- Sambært heimasíðuni hjá norska fiskimálaráðnum er semja um at seta fleiri tiltøk í verk móti Føroyum, um semja ikki fæst í sildatrætuni.

 

Felagið Nótaskip vísir til hesi tíðindi og sigur, at í fyrsta umfari skal bann setast fyri, at føroysk skip kunnu landa norðhavssild í norskum havnum.

 

- Eitt tílíkt bann fær ongan týdning, tí síðan 2011 hava norsku virkini boykottað føroysku skipini á tann hátt, at tey ikki hava bjóðað upp á føroyskar lastir.

 

Nótaskip leggur aftrat, at bert ein norskur keypari hevur keypt føroyska sild, og tí eru bert nakrar fáar lastir farnar til Noreg hesi seinastu tvey árini.

 

Norska fiskimálaráðið sigur, at tá ES hevur sett handilstiltøk í verk móti Føroyum, er ætlanin hjá Noregi at taka stig til eitt beinleiðis handilsbann móti Føroyum, so beinleiðis innflutningsbann verður sett fyri sild og sildaúrdráttum úr Føroyum.

 

- Sambært norsku ætlanini skulu føroyskir útflytarar heldur ikki kunna brúka norskar havnir sum transitt, veit felagið Nótaskip at siga í dag.