Bert EITT tips til løgregluna

Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá løgregluni at fáa tips frá vitnum, ið sóu ógvusliga tilburðin sunnumorgunin.
- Men fólk eru framvegis vælkomin at ringja til okkara, bæði sum nevnd og sum ónevnd, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini.

- Vit hava faktiskt bert fingið eitt einstakt tips inn við fleiri upplýsingum, sum vit kunnu arbeiða víðari við, sigur Bergleif við Sosialin.
Eftir ógvusliga tilburðin heitti løgreglan á fólk um at koma við upplýsingum, men enn hevur ikki verið nakar telefonstormur á politistøðini við tipsum.
- Vit rokna heilt víst við, at onkur man hava sæð okkurt ella hevur hoyrt okkurt hesa løtuna, sigur hann.
Allir fjølmiðlarnir hava viðgjørt hetta málið, men kanska skal ein tíð ganga aftrat, áðrenn fleiri vitni fara at gera vart við seg.
Til ber at ringja á politistøðina í Havn og koma við upplýsingum um hetta málið, uttan at neyðugt er at siga hvør ein er.

Fá fólk
Tað var tíðliga sunnumorgunin at ein 16 ára gamal drongur við øðrvísi húðaliti varð álopin av trimum monnum á alfaravegi við Tinghúsvøllin í Havn.
Ungi maðurin varð háðaður, avhølvaður og haraftrat skammfarin av ringasta slagi, áðrenn teir tríggir menninir, sum vóru fyrst í 20'unum, fóru avstað aftur.
Maðurin var so mikið skelkaður eftir tilburðin, at hann fyrst boðaði løgregluni frá hendingini seinnapart á degi.
Tað er eitt sindur ilt at meta um, júst nær hetta álopið hendi. Mett verður, at tað var millum millum klokkan 4 og 5. Spurningurin er kortini, um her er talan um vetrartíð ella summartíð, tí somu nátt varð klokkan flutt fram.
Um hetta mundið eru vanliga ikki so øgiliga nógv ungfólk í nánd av Klubbagarðinum, tí tey tá fara oman í býin ella niðan í Steinatún.
Hinvegin so ivast løgreglan ikki í, at onkur annar persónur - enn hesin eini sum er komin við upplýsingum - man hava sæð okkurt, sum kann verða løgregluni til hjálpar í kanningararbeiðinum.