##med2##
Tað eru sera sjáldan meir enn eitt ella tvey mál á muni tá H71 og Neistin møtast, og fyrra hálvfinalan hjá monnum í Faxe Kondi kappingini í høllini á Hálsi í Havn var einki undantak.
H71 vann ein sera tepran 23-22 sigur. Í steðginum var javnleikur 12-12. H71 var í einari góðari gongd í seinna hálvleiki, og sá út til at leggja seg væl á odda, men Neistin kom sterkt aftur seinastu løtuna og fekk minkað tapið niður í eitt mál.
Tróndur Mikkelsen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Dánjal Ragnarsson skoraði fimm mál fyri Neistan.
Leivur Mortensen gjørdist toppskjútti hjá H71 við fimm málum. Pætur Mikkjalsson skoraði fýra mál fyri H71.
Liðini hittast til returdyst í Hoyvíkshøllini sunnudagin klokkan 16. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá allarseinastu løtuni av dystinum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rasmus Søby hjá Neistanum, ið skoraði trý mál í kvøld. Rasmus viðgongur, at dysturin var í dekan ov høgar leikferð eftir hansara tykki. Rasmus hevur vónir um, at tað kann koppa teirra veg sunnudagin.
3) Sjúrður H. Hoydal prátaði eisini við Pætur Mikkjalsson, ið skoraði fýra mál fyri H71 í kvøld. Ein sigur er altíð gongur, men Pætur staðfestir, at H71 átti at havt ein enn størri fyrimun, og átti at bygt á leiðsluna teir fingu í seinna hálvleiki.
##ms##