Bert eitt íkast til tosið um ølsølurnar kring landið

   

Tað verður altíð spurt um argument, tá tosað verður um at steingja hesi. Ongantíð eitt argument hví tey skulu vera. Er einasta orsøkin meiri søla og vinningur, so eiga hesi at steingja í morgin. Tann menniskjaligi prísurin er alt ov høgur og kunnu bryggjaríini ikki klára seg við tað, sum verður selt gjøgnum einkarsøluna og tey støð, ið hava skeinkiloyvi, so lat fara.
Sagt verður, at tað eru tey, sum eru veik, sum geva eina skeiva mynd av tí heila.
Til tað er at siga, at hevur man ikki tíð at bíða til einkarsøluna, so hevur man ein stóran trupulleika. Hesi sokallaðu veiku eru borgarar í hesum landi og havi eg aldri møtt einum, ið hevur jublað yvir at vera bundin av rúsdrekka.
Eg burdi vitað, eg var ein av teimum, so lat vera við at seta nøvn sum veik, alkoholikarar ella tílík á hesi menniskju fyri at káva út yvir tykkara beinharða sølupolitikk, ið hevur eittans mál: fleiri pengar í kassan.