Bert eitt heiðursmerki

Hóast ensku áskoðararnir vanliga hava hug at rópa lið sítt sum HM-favorittar, so er tað sjáldan, at tey hava havt nakað at halda seg til í hesum. Hagtølini staðfesta, at tað bert eina ferð hevur eydnast Onglandi at vinna heiðursmerki, og tað var, tá gullið kom til høldar á heimavølli í 1966. Bert eina aðru ferð  í 1990  er Ongland komið millum tey seinastu fýra.