- Sannlíkindini fyri ferðsluóhappum á Tjørnuvíkarvegnum eru sera lítil, verður upplýst frá Landsverki.
Á stovninum hava tey eisini fylgt gongdini í ferðingarmynstrinum hjá tjørnuvíkingum og teimum sum annars ferðast eftir hesum vegastrekki.
Uppteljingar teirra vísa, at ferðslan í dag er umleið 250 bilar um samdøgrið. Og seinastu fimm árini hevur so bert verið eitt óhapp.
Til samanberingar kann nevnast, at millum Havnina og Kollfjarðartunnilin vóru bara í 2005 heili 34 óhapp.
- Ferðslan er sostatt sera lítil, og sannlíkindini fyri óhappum eisini lág sambært hagtølunum, upplýsir stovnurin.
Seta hegn upp
Sosialurin hevur seinastu dagarnar víst á umstøðurnar hjá íbúgvunum í Tjørnuvík sum skulu av bygdini, annaðhvørt tað er til arbeiðis, skúla ella annað.
Víst hevur somuleiðis verið á tørvin fyri bøttum ferðslusambandi og helst tunli. Sum skilst fer okkurt munagott at henda í hesum máli í 2008.
Hagtølini frá Landsverki vísa, hvussu nógvir bilar koyra eftir vegastrekkinum og hvussu nógv óhapp samstundis eru skrásett her.
Hóast fáu bilarnir og hetta einstaka óhappið, so verður kortini ásannað og staðfest, at á hesum vegastrekkinum kemur fitt av gróti niður á vegin, sum er til ampa fyri tey koyrandi.
- Hetta er ikki bert galdandi á Tjørnuvíkarvegnum, men er eisini galdandi fyri onnur støð, har ein skal koyra gjøgnum líðir, verður sagt.
Á Tjørnuvíkarvegnum er serliga ringt á einum 900 metrar langum vegastrekki gjøgnum Líðina.
Fyri at bøta um trupulleikarnar við grótinum er ætlanin at seta upp eitt trygdarhegn komandi ár.
Hetta verður gjørt sum ein roynd á júst hesum strekkinum, har mesta grótið kemur á vegin. Slík hegn eru roynd í Noregi við góðum úrsliti.