Tað endaði við teprum sigri til Kyndil, tá VB í kvøld vitjaði hjá Kyndli.
Kyndil var tað nógva av dystinum á odda, og eitt skifti bendi tað á veruligan stórsigur. VB fekk tó strítt seg aftur í dystin, og tá tíðin var farin, vóru bert tvey mál á muni. VB átti tá seinasta kastið í dystinum, og hetta sendi Gintare beinleiðis í netið, so endaliga úrslitið bert varð ein tepur eitt-máls sigur til Kyndil. Eitt úrslit, sum sjálvandi merkir, at Kyndil hevur betru kortini, tá farið verður undir seinnu hálvfinaluna, men leiðslan er somikið tepur, at talan er um víðopna retur-uppgerð.
Kyndil-VB 20-19 (9-8)
---
Spenningurin er veruliga komin aftur í fyrru hálvfinaluna millum Kyndil og VB. Stutt eftir steðgin tóktist Kyndil at leypa púrasta avstað, men seinastu løtuna hevur VB tikið seg aftur.
Eftir eitt time-out fingu tær meira frið yvir spælið, og tað bøtti munandi um sjálvsálitið, at Guðrið Mortensen og Helga Kjærbo fingu eini 3 góð mál burtur úr mest sum ongum. Og var tað ikki fyri Tommu Petersen, sum hevur einar tríggjar bjargingar, tá VB hevur roynt seg av veinginum, hevði munurin verið mest sum eingin.
Kyndil roynir at halda tørn, og tær eru framvegis á odda, men í løtuni tykist spurningurin vera, um tær megna at halda fast um eina hampuliga trivaliga leiðslu, áðrenn leiðin gongur til Vágs mikukvøldið.
52 min: Kyndil-VB 18-15 (9-8)
---
30 min: Eftir ein sera javnan fyrra hálvleik tykjast kvinnurnar hjá Kyndli nú veruliga at hava fingið ferð á.
Verjuparturin hevur riggað framúr væl fyrstu løtuna eftir steðgin, og í álopspartinum hevur gingið hampuliga væl at skjóta mál. Serstakliga hevur Randi S. Wardum verið sjónlig í miðverjuni, har VB hevur havt serstakliga trupult við at spæla seg ígjøgnum.
Nú 10 minuttir eru farnir av seinna hálvleiki, eru fýra mál á muni, og hjá VB tykist tað nú vera ein spurningur um at avmarka tapið, so tær framvegis hava møguleikan, tá seinna hálvfinalan verður spæld í Vági.
40 min: Kyndil-VB 13-9 (9-8)
---
30 min: Fyrra hálvfinalan millum kvinnurnar hjá Kyndli og VB er á skránni í dag. Kyndil hevur heimavøll, og fyrsta korterið bendi tað nógva á, at tær skuldu vinna sær fyrimun í dystinum,
Fá mál hava verið, men eftir einum lítlum korteri var Kyndil á odda 5-2, men síðani hevur VB svarað aftur. Ikki minst takkað verið eini stórspælandi Sanju í málinum. Tær togaðu seg framum 8-7, men við teimum báðum seinastu málunum undan steðginum – tað seinasta bara tvey sekund fyri tíð – hevr Kyndil nú lagt seg á odda.