Bert ein triðingur keypir partabrøv

Tað eru bert ein góður triðingur av dønum, ið keypa partabrøv á virðisbrævamarknaðum

Bert stívliga ein triðingur av øllum dønum eiga partabrøv beinleiðis. Ì prosentum eiga umleið 28% av øllum dønum eldri enn átjan ár partabrøv. Tá eru partabrøv hjá eitt nú pen­sjónskassum ikki umfataði. Samlaða virðið á hesum privatu donskum partabrøvum, sum liggja á virðisbrævamarknaðum, er á leið 180 milliardir krónur. Tað er sostatt ein ógvuliga stórur meiriluti av dønum, ið heilt einfalt hava gjørt av ikki at eiga partabrøv, men heldur at gera íløgur í serliga fastan bústað og hava pening í peningastovni. Hetta mynstrið er tað sama í hinum evropeisku londunum og í USA.
- Hetta er tankavekjandi, tá hugsað verður, hvussu stórt avkast partabrøv hava víst seg at geva eigarunum, sigur Juanna S. Joensen.
Umfatandi kanning
Omanfyri nevnda úrslit stavar frá einari ógvuliga umfatandi kanning, ið Juanna S. Joensen hevur verið við til at gjørt. Ein sokallaður 10% umboðandi partur av øllum dønum eldri enn átjan ár eru við í kanningini.
- Um vit nýta kanninga til føroysk viðurskifiti, so sigur tað okkum, at kanska ein triðingur av føroyingum høvdu tikið beinleiðis lut í partabrævahandli, um valt verður at einskilja við partabrævasølu, sigur Juanna S. Joensen.
Útbúgving nógv at siga
Kanningin vísti eisini, at tað er ikki líkamikið, hvørja útbúgving, tú hevur. Í mun til eitt nú lærarar, pedagogar og fólk við bæði náttúru- og samfelagsvísindarligari útbúgving, so eru tað fólk við útbúgving innan búskap, ið eiga nógv flest partabrøv. Sjálvt tá hædd verður tikið fyri at fólk hava somu inntøku, sama virði av øðrum íløgum, sama kyn og somu familjustøðu, er tað munandi meira sannlíkt, at fólk við búskparligari útbúgving ogna sær partabrøv í mun til fólk við øðrum útbúgvingum.
Juanna S. Joensen skrivar, sam­an við tveimum ørðum, í eini grein í danska blaðnum Aktionæren, at skal ein parta­brævamentan byggjast upp í Danmark, so er tað alneyðugt, at danir fáa eina størri vitan um búðskap. Og tað sama verður mett at galda fyri Føroyar.
- Upplýsingin er lyklaorðið. Tað snýr seg um at fáa boðskapin so væl út til føroyingar sum gjørligt. Tað er alneyðugt fyri, at tilgongdin við einskiljingum og virðisbrævamarknaði skal eydnast, sigur Juanna S. Joensen.
Ein av niðurstøðunum við kanningina var, at tað er ikki er hugurin at váða, sum hevur størstan týdning, fyri at nøkur velja at keypa og onnur ikki. Tað er fyrst og fremst vitanin um virðisbrævamarknaðin, sum ger nøkur meiri áhugaði enn onnur.