Heimamissiónin bjóðar aftur í ár rørslu- og menningartarnaðum o.ø. saman við avvarandi á legu í Nesvík. Undanfarin ár hava tvær legur verið, men í ár verður bert ein lega, og hon verður frá 12. til 14. september, skrivar Trúboðin.
Skráin er fjølbroytt og áhugaverd við tiltøkum bæði fyri tey rørslu- og menningartarnaðu og teirra avvarandi.
Nevnast kunnu hugnaløtur, ítriv, sangur, spøl og so ríðing sum er sera væl umtókt .
Fyri tey avvarandi eru eisini spennandi fyrilestrar.
Fyrireikararnir siga, at tað hevði verið gleðiligt, um tað komu fleiri familjur og fleiri avvarandi.
Lyfta er í Leguhúsinum, so tað eru góðar umstøður, eisini fyri tey sum til dømis eru í koyristóli.