Javnaðarflokkurin á Tvøroyri er nú liðugur við uppstillingina til býráðsvalið. Fyri fyrstu ferð í 20 ár verður bert tann eini javnaðarlistin á Tvøroyri.
Tað var í 1984, at ósemja var í Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag, sum førdi til, at nøkur fólk tóku seg úr felagnum og stovnaðu Tvøroyarar Sosialdemokratiska felag.
Arbeitt verður í løtuni við at leggja feløgini saman aftur, og er uppstillingin til býráðsvalið hesaferð fyrsta stigið.
Tveir av býráðslimunum, sum vórðu valdir seinast, Sverre Midjord og Jóannes Eidesgaard eru ikki á listanum hesaferð. Annars eru fólk úr báðum feløgunum á listunum.
Á Tvøroyri eru sjey býráðslimir, og hevði Javnaðarflokkurin vanliga meirilutan einsamallur fyri 1984. Seinast vórðu trý umboð vald á listanum hjá Tvøroyrar Sosialdemokratiska felag og eitt umboð fyri listan hjá Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag, sum stillaði upp á felagslistanum, ið skipaði samgongu.
Listin hjá javnaðarfeløgunum er hesin:
Hervør Eidesgaard, Tvøroyri
Pauli Einarsson, Trongisvágur
Dan Erik Johansen, Tvøroyri
Páll Michelsen, Froðba
Heri Mortensen, Trongisvágur
Jonhild Nielsen, Øravíkarlíð
Elisabeth Matras Olsen, Tvøroyri
Fróði Olsen, Tvøroyri
Poul Olsen, Trongisvágur
Bartal Nolsøe Poulsen, Froðba
Kári Sørensen, Trongisvágur