Bert ein G! bólkur manglar at lenda

Nú kjaftsvart er í mjørka í Vágum og flogferðslan er tarnað orsaka av veðrinum, hava fleiri spurt, um hetta hevur ávirkan á skránna hjá G! festivalinum í dag.

 

Portalurin hevur havt JónTyril, samskipara av G! festivalinum á orði í telefonini, og hann kundi upplýsa, at øll nøvnini, sum fara at spæla á G! í dag - undantikið eitt - eru komin til Føroya í øllum góðum. Alina Devecerski úr Svøríki, sum er høvuðsnavnið í kvøld, er komin til Føroya. Angist úr Íslandi eru eisini her, umframt Fabio Bonvicini & Francesca Beno úr Italia og eisini Lula Rose úr Týsklandi. Tískil er skráin ikki broytt - ikki enn í øllum førum.

 

Bólkurin Reptile Youth úr Danmark, sum eftir ætlan skuldu á stóra pallin kl. 20.40 í kvøld, bíðar tíanverri enn eftir at sleppa til Føroya. Bíðað verður í løtuni eftir boðum av flogvøllinum úr Vágum um, nær flogfarið úr Keypmannahavn fer at lenda. Verður flogfarið seinkað so mikið, at tað ikki eydnast at fáa Reptile Youth á pallin til tíðina, so verða onkrar einstakar flytingar gjørdar á skránni, sigur Jón Tyril, og heitir á fólk um at fylgja við í miðlunum, á heimasíðuni ella á G! appini.