Komandi vikuskiftið verður eitt av teimum heldur friðarligu í Formula-deildini. Ætlanin var annars, at fult umfar nú aftur skuldi standa á skránni, men tá neyðugt varð við broytingum orsakað av seinkaðu steypakappingini vórðu dystirnir hetta vikuskiftið fluttir til týskvøldið. Einasta undantakið var oddabrakið í Klaksvík, sum helst má kallast fyri fyrsti festival-dysturin í Føroyum, har vit annars eru von við stevnudystir.
Hinir fýra dystirnir verða allir spældir týskvøldið.