Bert ein farri av kolvetni


 

Oljuleiting

Tíðindaskriv

1. september steðgaði boripallurin Sovereign Explorer boringini av brunni 6005/15-1 í loyvi 003 hjá Statoil samtakinum stendur í tíðindaskrivi frá Oljumálastýrinum. Víðari stendur:

Úrslitini frá boringini vísa, at brunnurin inniheldur ein farra av kolvetni, men ongar størri nøgdir. Nærmastu dagarnar skulu royndir takast og ymsar mátingar gerast í brunninum, áðrenn hann verður læstur. Rúgvismikla tilfarið verður komandi mánaðarnar neyvari kannað, og verða úrslitini av stórum týdningi, tá framtíðar oljuleitingar skulu fyrireikast.

Brunnurin, sum er á 935 metra dýpi, røkkur 4.000 metrar niður undir sjóvarmálan, har hann endar í jarðløgum frá paleocen tíðini. Avgjørt varð at steðga boringini, tá komið var í gosgrýti, eins og seismisku mátingarnar høvdu víst.

Landsstýrismaðurin í oljumálum Eyðun Elttør sigur: »Eg eri harmur um, at tað ikki eydnaðist Statoil at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Tey tekin um kolvetni, ið sædd eru í hesum fyrsta brunninum, skora tó undir vónirnar, tá hugsað verður um framtíðar oljuleitingina. Seinni í hesum mánaðinum og í komandi árum skulu fleiri brunnar borast, eins og fleiri kanningar skulu gerast av føroyska økinum, so vónirnar hjá mær, um at olja verður funnin undir Føroyum, eru framvegis góðar.«

Sovereign Explorer fer í næstum at bora brunn 6004/16-1 fyri Faroes Partnership við Amerada Hess sum fyristøðufelag.


Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Oljumálastýrið,

telefon 35 70 70

www.oms.fo