Hvussu leingi hevur tú verið brandmaður í Skálafjarðar Sløkkiliði?
- Minnist ikki heilt, men eg man hava verið við í eini 20 ár.
Hvussu nógvir mans eru tit, sum umboða Nes kommunu?
- Vit eru sjey her úr kommununi og átta úr økinum innanfyri, sum eru saman um Brandstøðina í Runavík og annars eru partur av Skálafjarðar Sløkkiliði.
Hevur tú verið úti til nógvar uppgávur gjøgnum árini?
- Ja, eg havi verið til nógvar ymiskar uppgávur, bæði í samband við eld, illveður – og ferðsluvanlukkur, tá vit hava skorið bilar við okkara klippiútgerð.
Er nøkur serlig uppgáva, sum tú hevur verið partur av?
- Ja, tá russiski trolarin Olshana sakk við Flesjarnar, vóru vit nakrir, sum vórðu settir niður á skipið úr tyrlu. Hetta var eitt upplivilsi. Vit vóru á skipinum, til stutt áðrenn tað sakk.
Tit eru tilsamans 44 sløkkiliðsfólk úr Skálafjarðar Sløkkiliði, men eingin kvinna?
- Nei, eingin kvinna hevur nakrantíð verið partur av manningini?
Eru kvinnur ikki egnaðar til slíkar uppgávur?
- Bæði ja og nei. Tað er so torført at meta um henda spurning. At vera sløkkiliðsfólk kann vera strævið fysiskt – og viðhvørt eisini psykiskt. Men ivaleyst eru eisini kvinnur eisini egnaðar til hesar uppgávur, um tær hava eginleikarnar, sum skulu til fyri at vera sløkkiliðsfólk.