Bert avbjóðingar, eingir trupulleikar

   

Sum sambandsveljari kanst tú bert gleðast um seinastu veljarakanning, sum gevur framgongd til Sambandsflokkin og afturgongd hjá Tjóðveldisflokkinum.
Veljarin er troyttur av at hoyra herróp sum:
?Føroyska trælalyndið
?Føroysk undirbrotligheit
?Danskarar hava alla skylduna
?Danskan yvirgang og hjálandapolitikk
?Danmark sum imperialistisk kúgingarveldi
?Danmark sum kolini- og valdsharrar
?osv

Óektað
Fólk duga væl at síggja, at nú strammar tað fíggjarliga í hjá samgonguni, tí nú skal tann nógv útskeldaði blokkurin, sum er settur á "bók", brúkast til at gjalda skuld við, sjálvt um tjóðveldispolitikarar hava sagt, at tað var nógv betri, at vit ikki høvdu fingin blokkin í gullárunum frá 1998 til dagin í dag.
Hendan merkiliga, óektaða, hugburðin hjá tjóðveldispolitikarum skilji eg ikki, teir vilja ikki hava blokkin, men tá í hann skal brúkast er einki í vegin.
Sjálvberandi búskap
Eg ivist onga løtu í, at veljarin vil hava ein sjálvberandi búskap, men veljarin dugir eisini væl at síggja, at skulu vit ikki langt niður í livikorum so má okkurt annað koma ístaðin fyri blokkin.
Uppleggi hjá samgonguni til tann sjálvberandi búskapin, sum tíverri ikki er komin, er at "neyð lærir nakna kvinnu at spinna", men hetta hevur ikki borið frukt, tvørtur ímóti eru skattainntøkurnar minkaðar.
Tað margháttliga í øllum hesum er, at samgongan hevur tryggja sær við blokkinum,at hon ikki skal verða nakin, meðan hon situr við valdi. Livst so spyrst

Ein glotti fyri framman
Vit kunnu gleðast um, at ein samla samgonga eftir 5-6 árum umsíðir hevur fata, at arbeiðast kann eftir heimastýrislógini, tí nú er hetta ikki ørskapur meira, og er hetta tann politikkur, sum Sambandsflokkurin alla tíðina hevur víst á.
At broyta heimastýrislógina er eingin trupulleiki, men bert ein avbjóðing, sum politikararnir mugu tora at tosa um og taka avleiðingina av, tí vit liva í ár 2003 og ikki sum fyri 50,150, ella 600 árum síðani.