Rógvi Nybo
Millum tey arbeiðsleysu, ið tóku lut í stóru og umfatandi kanningini hjá Arbeiðsloysisskipanini, er bert annarhvør arbeiðsleysur tí at tey vórðu uppsøgd. Aðrar orsøkir skulu finnast til, at hin helvtin gjørdist arbeiðsleys.
Í stóru kanningini varð spurt um, hvør orsøkin er, til at tey eru arbeiðsleys. Og her svaraðu 50 prosent, at tey vórðu søgd úr starvi. Hinvegin eru húsagangir orsøk til arbeiðsloysi hjá 11 prosentum, meðan tað hjá 10 prosentum var eitt tíðaravmarkað starv, ið gjørdi at tey endaðu í arbeiðsloysisskipanini.
Fimti hvør segði upp
Kanningin hjá ALS vísir, at heili 17 prosent av teimum arbeiðsleysu svaraðu, at tey sjálv hava sagt upp. Hetta er nærum hvør fimti, ið sjálv/ur hevur sagt seg úr starvi og er farin inn í arbeiðsloysisskipanina.
Fleiri smáir bólkar eru eisini at síggja í greiningini. Eitt nú svara trý prosent, at tey vóru liðug at læra, meðan onnur trý prosent vórðu uppsøgd meðan tey vóru sjúkrameldaði.
Eitt prosent av teimum í skipanini svaraðu, at tey vóru liðug við eina hægri útbúgving, og hareftir endaðu í ALS.
rogvi@sosialurin.fo