Bert 10 fólk eru eftir í Evangelist

Umstríddi trúarfelagsskapurin Evangelist, ið eisini hevur verið virkin í Føroyum, er minkaður burtur í einki

Tað var tann tíð, tá ið danski trúðarfelagsskapurin Evangelist kundi savnað upp í 2000 fólk á sínum summarstevnum. Eisini samlaði felagsskapurin stórar mannfjøldir á møtum, sum við jøvnum millumbilum vórðu hildin í Føroyum.



Nú er Evangelist minkað burtur í einki. Kristeligt Dagblad skrivar, at bert 10 ella 15 virknir limir eftir í Evangelist, og at tey savnast til privat møti.


Oddamaður í Evangelist var Christian Hedegaard, sum eisini hevur hildið nógv møti í Føroyum seinastu 10 árini. Nú er Hedegaard farin til USA, har hann virkar millum heimleys fólk.


Í 2011 var Christian Hedegaard í miðdeplinum í einum rættarmáli um kvaksalvarí. Hann varð dømdur 40.000 krónur í bót fyri at hava viðvirkað til, at heilivágur var tikin frá sálarliga sjúkum fólkum, sum í staðin skuldi biða og fasta fyri at gerast frísk.


Christian Hedegaard noktaði seg sekan í ákærunum og royndi eftir dómin at fáa málið fyri Hægsta rætt, men tað varð noktað honum, tí mett varð ikki, at málið var nóg prinsipielt til at verða tikið upp har. Tí stóð upprunaligi dómurin sum endaligt punktum fyri málið.