Bersøgin Sjúrður hartar Edmund

Slepp tær av við Harra SMS.

Tað eru boðini hjá Sjúrði Skaale til Edmund Joensen, eftir at seinni nevndi hevur lesarabræv í Dimmalætting í gjár, har Sjúrður Skaale verður lagdur undir at renna frá givnum lyftum.

Eisini verður greitt frá einum fundi í Føroyanevndini, har Sjúrður Skaale skal hava ført fullveldispolitikk. Og tað hevur fingið ilt í javnaðarmannin.

Í opnum brævi til Edmund Joensen vísir Sjúrður Skaale til málið við spunasmiðinum hjá Troels Lund Poulsen, fyrrverandi skattaráðharra. Hansara spunasmiður læt upplýsingar í trúnaði til miðlarnar. Upplýsingar, sum entá vístu seg at vera ósannir.

»Tú hevur eisini ein spunasmið, sum vanliga verður nevndur "Harra SMS". (Ella "Harra Sletta Míni Spor"). Og nú hevur tín spunasmiður - sum jú skrivar tíni lesarabrøv - gjørt nakað tað sama«, sigur Sjúrður Skaale í opna brævinum.

Hann vísir til lesarabræv í Dimmalætting í gjár, har greitt verður frá fundinum í Føroyanevndini.

»Hetta er greitt brot á fólkatingsins reglugerð, sum sigur, at tað, sum fer fram í eini nevnd, er í trúnaði. Eftir ein fund hava nevndarlimir loyvi til at siga, hvat teir sjálvir hava sagt - men teir hava ikki loyvi til at siga, hvat onnur hava sagt«, sigur Sjúrður Skaale.

Víst verður til »Folketingets Forretningsorden« og til »Håndbog om folketingsarbejdet«.

»Hesar reglur hevur tú brotið, Edmund. Og minst til: tú stendur einsamallur til svars fyri tað, sum tú letur SMS skriva. Men tú hevur ikki bara brotið formligu reglur fólkatingsins. Tú hevur eisini brotið allar reglur um sømiligan atburð. Tí tað, sum SMS sigur í tínum navni, er jú kolasvørt lygn«, skrivar Sjúrður Skaale.

Og javnaðarmaðurin er rættiliga bersøgin, tá hann ræður Edmundi Joensen til at sleppa sær av við SMS.

»Tú veitst væl, at SMS bara er í tínum parti, tí tú rindar honum pengar fyri tað. Tú veitst væl, at hansara persónligi integritetur er sera avmarkaður. At hann altíð er til sølu, og altíð meinar tað, sum hann fær mest pengar fyri at meina«, skrivar Sjúrður Skaale í opnum brævi til Edmund Joensen.