Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, legði ógvusliga eftir venjaranum hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, undan vikuskiftið. Benitez segði, at Ferguson slapp at gera, sum hann vildi í sambandi við dystir. Hann kundi skelda dómarar, finnast at feløgum og annað, uttan at tað fekk nakrar fylgjur. Nú ætlar enska fótbóltssambandið at kann viðmerkingarnar hjá Benitez.










