- Eg haldi ikki, at eg geri ov nógv av, um eg sigi, at Fólkaflokkurin er í kreppu, segði Annika Olsen fyri løtu síðani á landsfundi Fólkafloksins í Virkinum á Sandi. Landsstýriskvinnan í innlendismálum var ógvuliga bersøgin og legði ikki fingrarnar ímillum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, sum er í Virkinum á Sandi í dag.
- Eg haldi ikki, at eg geri ov nógv av, um eg sigi, at Fólkaflokkurin er í kreppu. Vit eru amputerað við einum tinglimi, hvat ger okkum rættiliga sárbar, og grannskoðaramálið gnagar okkum inn á bein, segði Annika Olsen.
Hon segði, at image?ið hjá flokkinum er slitið, fyri ikki at siga følnað, eins og bløðini á trøunum á heystardegi.
- Ungdómurin hevur ilt við at siggja ein samleika við Fólkaflokkin. Sagt verður frá vinnulívsfólki, at tey hava ilt við at siggja vinnuliga kósina hjá flokkinum, og miðstaðarøkið hevur tey seinastu árini vent tummulin niður til flokkin, segði Annika Olsen.
Hon segði, at tað ber ikki til at tiga um hesar trupulleikar.
- Sum eitt grønlendskt orðatak sigur: »Tigur man um eitt spøkilsi, veksur tað seg størri«, segði Annika Olsen.
Hon segði, at sum flokkur er neyðugt at taka við læru av hesum ósigrum.
- Vit mugu broyta kósina, vit mugu pussa image?ið uppaftur, vit mugu finna samleika floksins aftur, vit mugu koma undóminum á tal, vit mugu modernisera okkum, og vit eiga at taka orðatakið til okkum í hesu truplu tíð, at : »Man lærir lítið av sigrunum, men nógv av ósigrunum?, segði Annika Olsen.